Sankta Ólavs Kirkjulið
Description
Sankta Ólavs Kirkjulið er ein fólkakirkjuligur felagskapur fyri føroyskar útisetar. Endamál felagsins er at skipa fyri føroyskum guðstænastum og tiltøkum. Guðstænastur eru kl.14.00 hvønn 1 og hvønn 3 sunnudag í mánaðinum í Hans Egedes Kirkju á Vardegade 14 á Eysturbrúgv. Eftir guðstænasturnar er drekkamunnur í kirkjustovuni. Av og á verður eisini skipað fyri føroyskum og kristiligum tiltøkum.
Felagskapurin hevur eitt kirkjuráð við 6 kirkjuráðslimum og 2 kirkjuráðstiltakslimum. Kirkjuráðið verður valt av kirkjufólkinum á hvørjum heysti. Øll sum eru limir í Fólkakirkjuni kunnu stilla upp til kirkjuráðið.
Fyri kunning um guðstænastur, tiltøk, ferðing, samband o.a verður víst til heimasíðu okkara www.fokirkja.dk.
KIRKJURÁÐIÐ
Tell your friends
CONTACT
RECENT FACEBOOK POSTS
facebook.comÍ morgin 21. januar er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju, Vardegade 14, 2100 Østerbro. Kirkjan liggur tætt við s-togstøðina Nordhavn og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við. Guðstænastan er sum vant kl 14.00 og kirkjukaffi er eftir guðstænastuna. Lesturin er um Móses á Sinai fjalli og evangeliið um Jesus sum umbroytist fyri eygunum á lærusveinum sínum á fjallinum. Og vit byrja guðstænastuna við sálminum Ongum er so trygt at fara, har annað vers ljóðar: Harrin er á Sions fjøllum, vernd og skjøldur fólki øllum, vil teim miskunnsamur vera og á faðirørmum bera.
Sunnudagin tann 7. januar kl. 14.00 er føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju. Eftir guðstænastuna er sum vant ein drekkamunnur í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Siður hevur verðið seinastu árini, at farið verður upp á gólv ein av sunnudøgunum í januarmánaða at telja jólini. Limir úr Fótatraðk eru við sunnudagin og skipa fyri. Teksturin, ið lisin verður er til trettandu, um vísu menn úr eysturlondum, ið fylgdu stjørnuni fram at Jesusbarninum "stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru." Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við. Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju. Komandi guðstænastur: 21. januar, 4. februar og 18. februar.
Ein sera hugnalig løta í kirkjuni í dag. Stór tøkk til tey iđ framførdu, og ein serlig tøkk til jólamannin, sum heviđ okkurt gott viđ til tey ungu 🎅
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær. Sunnudagin 3. decembur er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede kirkju kl. 14.00. 1. sunnudagur í advent er og vit byrja eitt nýtt kirkjuár. Teksturin er úr Evangeliinum eftir Lukas. Jesus er afturkomin til Nasaret, har hann vaks upp. Í synagoguni lesur hann úr bókini hjá Jesajas profeti „Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.“ Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. Men hann tók undir at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.“ Tey lyfti sum vóru profeterað í Gamla Testamenti eru uppfylgt í Jesusi. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við. Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju. Sunnudagurin 17. decembur verður eitt sindur ørvísi lagdur til rættis. Í staðin fyri vanliga guðstænastu er jólahugni við tónleiki, felagssangi og jólasøgu á skránni. Eftir løtuna í kirkjuni dansa vit um jólatræði og fáa vitjan av jólamanninum. 26. decembur, 2. jóladag, er jólaguðstænasta kl. 14.00.
Sunnudagin 19. novembur er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede kirkju kl. 14.00. Vi fara at byrja við sálminum Nú hvítna tindar fjøllum á. Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali, hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali. Sunnudagurin er tann síðsti í hesum kirkjuárinum vit halda føroyska guðstænastu. Tekstirnir ið lisnir vera eru til Allahalganasunnudag. Eisini verður høvi at tendra eitt ljós í doypifontinum. Eitt ljós sum tekin um trúnna á, at Guðs ljós skínur í myrkrinum. Eitt ljós tendrað til minnis um onkran ið farin er. Ella ein bøn um at ljós má skína fyri øllum, sum kenna myrkri níva, Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við. Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju. Guðstænastur í decembur: 2. decembur og 17. decembur (Jólahugni við tónleiki).
Vit skulu hervið boða frá, at árligi aðalfundurin hjá kirkjuliðnum verður aftaná gudstænastuna sunnudagin 19. november 2017. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: 1. Val av fundarstjóra 2. Val af fundarskrivara 3. Góðkenning av fundarskrá 4. Formansfrágreiðing 5. Framløga av rokniskapi 6. Val av trimum nevndarlimum og einum tiltakslimi. 7. Innkomin uppskot 8. Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum) Vegna Sankta Ólavs kirkjulið Jovina Dalsgaard, forkvinna Tlf. 2733 5761 E-mail: jovina@adslhome.dk
Týskvøldið 21. novembur hevur Húsakorði, undir leiðslu av Tóru Vestergaard, koncert í Hans Egede kirkju. Á skránni eru bæði føroysk og útlensk løg. Koncertin er ókeypis, men høvi verður at stuðla kórinum, sum selur sodavatn/vín við munnbita, eftir koncertina.
Doypifonturin í Hans Egede kirkju er úr grønlendskum marmor og er frá 1955.