Top Local Places

Føroyahúsið

Vesterbrogade 17A, København, Denmark
Performance & Event Venue

Description

ad

Títt hugskot kann gerast næsta tiltak í Føroyahúsinum

Øll hugskot til virksemi í húsinum eru hjartaliga vælkomin. Bert hugflogið setur mørk.
Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls, at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu-  og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívið.

Føroyahúsið er karmur um nógv fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskur barnaskúli, føroyskur dansibólkur og eisini hevur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, kontór í húsinum.  

Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, konsertum, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum. Tríggjar ferðir um mánaðan er hugnakvøld við døgverða, har undirhaldið ofta er omaná.

Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina.


Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan.

Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.

CONTACT

RECENT FACEBOOK POSTS

facebook.com

Fyrilestur um Nicolinu á Barnaheiminum Við støði í áhugaverdu bókini um Barnaheimið, sum Gerhard Hansen hevur skrivað, koma Gerhard Hansen og Jana Højgaard Brodersen á vitjan. Tey fara at lýsa eina megnar kvinnu, Nicolinu Højgaard Simonsen, sum lat upp fyrsta og einasta barnaheim í Føroyum, eisini fara tey at greiða frá hennara lívssøgu og virkið. Atgongumerki inkl. kaffi/te og køku 50 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði kvinnur og menn. Kvinnufelagið

facebook.com

Eldra Skýlið Tey eldru hittast aftur í Føroyahúsinum mikudagin 17. januar kl. 11.00-14.00. Kaffi, te, køka, vatn, øl og eitt lítið ábit kann keypast til serprís. Tað ber eisini til at keypa smurt breyð nærhendis. Vit gleða okkum til at síggja tykkum til eina hugnaliga løtu. Blíðar heilsur Føroyahúsið

facebook.com

Bindikaféin byrjar aftur mánakvøldið 15. januar kl. 19.00 í Føroyahúsinum. Støkk inn á gólvið og hugna tær saman við bindi-áhugaðum fólki. Kaffi og køka 25 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.

facebook.com

Hetta kvøldið verður borðreitt við røstum fiski, garnatálg og eplum. Omaná verður kaffi og søtt. Kostnaður er 140 kr Tilmelding á info@fohus.dk ella við at ringja á tlf. 33 23 15 87. Seinasta freist at melda seg til døgurðan er týsdagin 23. januar kl. 10.00.

facebook.com

Leygarkvøldið 3. februar verður stórur dansur í Føroyahúsinum við Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen og Kim Hansen. Hesir tónleikarar hava skrivað ótalligar sangir sum vit øll kenna so væl og vit gleða okkum til hetta sertakliga góða kvøldið. Cocktail barr verður alt kvøldið og happy hour verður frá kl. 22.00-23.00. Kostnaður 130 kr. og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, avmarkað nøgd. Loftbrúgvin stuðlar tiltakinum. Húsakórið skipar fyri.

facebook.com

Gleðilig jól Jólafriðurin leggur seg nú yvir Keypmannahavn og vit í Føroyahúsinum ynskja øllum landsmonnum og viðskiftafólki eini gleðilig jól. Vit takka fyri gott samstarv, dyggan stuðul og ynskja tykkum øllum eitt eydnuríkt nýggjár! Vit gleða okkum at síggja tykkum í nýggja árinum. Føroyahúsið letur upp aftur týsdagin 9. januar. Hans Petur í Brekkunum, leiðari

facebook.com

Til kunningar Føroyahúsið er stongt fríggjadagin 1. december vegna útleigan. Vinarliga Føroyahúsið

facebook.com

Bindikaféin verður aftur hóskvøldið 14. december kl. 19.00 í Føroyahúsinum. Øll taka ein rætt við til felags jólaborð. Støkk inn á gólvið og hugna tær saman við bindi-áhugaðum fólki. Kaffi og køka 25 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.

facebook.com

Lodtrækning i forbindelse med julebasaren Lørdag 11. november Pink. Serie F nr. 98. Trøje Vima Pink. Serie F nr.57. Hvid trøje fra Gudrun og Gudrun Pink. Serie Z nr. 14. Færøsk strikkebog Pink. Serie F nr. 99. Håndstrikket sjal Pink. Serie Z nr. 64. Færøsk kogebog dk/fo Oddvørsa Pink. Serie Z nr. 217. Gaveæske med øl fra Føroya Bjór Pink. Serie F nr. 66. Gaveæske med juleøl fra Føroya Bjór Pink. Serie F nr. 19. Færøsk snaps Lívsins Vatn Pink. Serie Z nr. 167. Fisk Pink. Serie F nr. 33. Færøsk årskalender 2018 Pink. Serie Z nr. 272. Lammeskind Søndag 12. november Gul Serie V nr. 148. Trøje Fíl Gul Serie V nr.202. Sjal G&G Gul Serie V nr. 93. Færøsk strikkebog Gul Serie V nr. 254. Kogebog Gul Serie T nr. 48. Gaveæske bl. øl Gul Serie V nr. 65. Gaveæske juleøl Gul Serie V nr. 300. Snaps Lívsins Vatn Gul Serie V nr. 243. Fisk kuller Gul Serie V nr. 296. Års kalender Gul Serie V nr. 85. Plaid Gul Serie V nr. 274 2 pk fiskefillet Grøn Serie F nr. 53 gavebrev fra Atlantic Airways, værdi 2000 kr. Gevinsterne kan afhentes i Det Færøske Hus tirsdag og fredag fra kl. 15.00-19.00. Tak for støtten. Den færøske julebasar

facebook.com

JÓLABORÐHALD Týsdagin tann 5. desember kl. 17.30 verður jólaborðhald í Føroyahúsinum. Á skránni verður felagssangur við Páll Sólstein á klaverinum og Daisy Johannesen Lolk framførir tvey løg. Eisini syngur Húsakórið nakrar jólasangir. Vertur: Hans Petur í Brekkunum Matskrá Marinerað sild Kryddarasild Kaffigravaður laksur við rævasauce Livurpostej við bacon og soppum Egg við rækjum og heimagjørdum mayo Hamburgarryggur við grønlangkáli Stokta dunnubringu við hvítum og brúnum eplum, reyðkáli og br Fleskasteik við reyðkáli og agurksalat Rugbreyð og fransbreyð Ris à la mande við kirsuberjasauce Kaffi og te Kostnaður: 195 kr. Tilmelding fer fram á info@fohus.dk ella á tlf. 33 23 15 87.

facebook.com

Koncert i Hans Egede Kirke med det færøske kor Húsakórið tirsdag 21. november kl. 20.00 Dirigent: Tóra Vestergaard Koret synger færøske, danske og engelske sange Koncerten er gratis. Efter koncerten er der mulighed for at støtte koret, ved at købe en forfriskning, hvortil der serveres en snack. Kirken ligger på Vardegade 14, 2100 København Ø. 5 minutter fra Nordhavn station. Buslinjerne 3A, 8A og 37 standser også tæt på. Huskoret

facebook.com

facebook.com

Quiz

NEAR Føroyahúsið