Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni
Description
Vælkomin til síðuna hjá Føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni. Eitt kristiligt arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn.
Tell your friends
CONTACT
RECENT FACEBOOK POSTS
facebook.comHvat er okkara fyrsta kall? Jesus sigur: Fylg mær! Hetta kemur fryntligi skálamaðurin, Petur Pauli, at tosa nógv meira um á møtinum sunnudagin. Vit gleða okkum til eitt spennandi møti, har tað eisini verður sangur og sjálvandi ein fantastiska góður kaffimunnur omaná :)
Sunnudagin kl.16 er aftur møti! Argjamaðurin á Oyrasundi, Bergur Johannesen, talar. Á møtinum verður eisini lovsangur. Kom við til eitt spennandi møti ;) Og hey, tað verður drekkamunnur aftaná :) Vit síggjast!
Heey 😊 Nú byrja møtini av álvara aftur. Sunnudagin verđur vælkomstmøti, har vit hopa at síggja nøkur nýggj, frísk andlit, og sjálvandi eisini tey gomlu og rukkutu. Á skánni verđur sangur, undirhald og tveir vitnispurđar. Eisini fáa vit ein drekkamunn aftaná møtiđ😊 Vit gleđa okkum at síggja tykkum sunnudagin kl 16 😊
Sunnudagin verður tað árliga felagsmøti saman við donsku LM-kirkjuni! Á skránni verður nógvur sangur og eitt gott orð. Eftir møti verður samanskotsnátturði, har øll taka eitt sindur við. (Kanska danir høvdu havt gott av at smakka eitt sindur av turrum fiski? :) ) Hetta plagar at vera eitt serstakliga gott og hugnaligt tiltak, ið bæði føroyingar og danir gleða seg til! Vit vóna at síggja tykkum øll sunundagin kl.16 ;) Vit síggjast :)
Leygarkvøldið verður aftur andakt, hugni, kaffi, spøl, prát og reyp á Kirkegårdsvej 21! :D #komvið
Sunnudagin kl. 16 verður aftur møti á skránni í LM-kirkjuni har Jonhard Jógvansson kemur at hava eitt gott orð til okkara. Aftaná møtið verður okkurt gott til góman eisini! :) Vit síggjast og bjóða einum vini við! :)
Sunnudagin kl.16 byrja vit aftur. Eftir ein langa jólaferiu herja vit á aftur við møtum. Og sunnudagin verður møti við andakt frá Anniku O. Sørensen. Eisini verður sangur og sjálvandi eisini ein framúr góður drekkamunnu eftir møtið. Vit síggja fram til eitt spennandi hálvár! So ver meir enn hjartaliga vælkomin sunnudagin kl.16! Og kennir tú onkran, ið júst er fluttur til Keypmannahavn, so er at bjóða viðkomandi við. Øll eru hjartaliga vælkomin :) Vit gleða okkum og vit síggjast
Vit ynskja øllum eitt av Harranum signað 2018! Og síggja fram til eitt spennandi 2018. Fyrsta møti verður 14.januar kl.16 🙂
Jól í Keypmannahavn? Hygg her 😁
Árliga jólafestin hjá Eliaskirkjuni er leygardagin! #komvið
Týskvøldið var seinasti stýrisfundur hjá Jóhannus Mikkelsen. Eftir 5 ár í Keypmannahavn gongur leiðin nú til Føroyar. Vit vilja takka Jóhannus fyri hansara trúfesti og hansara stóra arbeiði fyri Eliaskirkjuna. Vit ynskja Jóhannus og familjuni alt tað besta og Guðs ríku signing 🙂
Nú tað stundar til jóla, bjóðar sunnudagsskúlin til árligu jólafestina. Hon verður sunnudagin 3. decembur kl. 15 í LM-kirken á Amager, sum liggur á Kirkegårdsvej 21. Vit fara at hugna okkum saman við rís à la mande o.ø. góðum, dansa um jólatræið, ganga Luciagongu, syngja saman, hoyra søgu um fyrstu jólini og hvør veit, kanska leggur onkur jólamaðurin leiðina framvið Tit eru vælkomin at melda tykkum til hetta tiltakið, men tað er ikki krav. Tað er tó betri fyri okkum, sum fyrireika tiltakið, soleiðis at vit vita nøkulunda, hvussu nógv kundu hugsað sær at komið. Vit gleða okkum til at síggja tykkum. Bjóðið endiliga øðrum við! :)